Innanlands

Ótangar gera eisini um seg í Vági

Tað er ikki bara á Tvøroyri, at tey boða frá herverki. Um vikuskiftið hevur onkur brotið rútar og gjørt skaða á ymiskt

(Mynd: Sudurras.fo)

(Mynd: Sudurras.fo)

2022-10-19 23:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Herverkstilburðirnir í Suðuroynni halda fram. Nú er tað i Vági, tað er galið.

Í síðstu viku boðaði Tvøroyrar kommuna frá, at ognir og lutir hjá kommununi ikki fingu frið. Millum annað varð herverk gjørt á spæliplássinum í býnum og almenna vesið á økinum slapp heldur ikki undan herverki. Eisini er tøknin, ið tendrar gøtuljósini í býnum, brotin upp í saman.

Um vikuskiftið hevur herverk verið framt í Vági, skrivar Suðuroyarportalurin.

Brotið varð inn í venjingarmiðstøðina hjá Ítróttarháskúlanum, har glashurðin er knúst. 

Eisini er herverk gjørt á trukk, sum stóð inni í Vaskiskúrinum og millum annað rútarnir eru knústir.

Sudurras.fo skrivar, at málini eru fráboðaði løgregluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder