Uttanlands

Øsing í Minneapolis eftir at ICE drap kvinnu í bili

Mótmælistiltøk vóru í fleiri amerikanskum býum í gjár eftir at ein ICE-løgreglumaður skjeyt og drap eina kvinnu – sí filmsbrotið niðast í greinini

2026-01-08 08:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 37 ára gomul kvinna í amerikanska býnum Minneapolis doyði í gjár, tá hon varð skotin av einum ICE-løgreglumanni. Hendingin hevur elvt til ovurstóra øði og harma í býnum.

ICE er stovnurin, sum tekur sær av at finna fram til tilfluttar borgarar, sum búgva ólógliga í USA. Í løtuni er ICE til staðar í stórum tali í Minneapolis, sum er størsti býurin í statinum Minnesota.

Rættiliga stór ósemja er um, hvat tað var, sum hendi í sambandi við skottilburðin.

Sambært innanríkisráðnum vórðu ICE-løgreglufólkini forðað í sínum arbeiði av mótmælisfólkum, og ein av teimum “royndi at brúka bil sín sum vápn”.

- Ein ICE-løgreglumaður, sum bar ótta fyri lívinum hjá sær sjálvum, sínum starvsfeløgum og almennu trygdini, valdi at skjóta í sjálvverju, skrivaði ráðið í eini dagføring á X í gjár.

Men hesa frágreiðingina keypir guvernørurin í Minnesota, Tim Walz ikki. Tim Waltz var varaforsetavalevni hjá Kamala Harris á forsetavalinum í 2024.

- Eg havi sæð videoupptøkurnar. Eg trúgvi ikki slíkari propaganda. Staturin fer at skipa fyri eini kanning av málinum, sum er umfatandi, skjót og rættvís, skrivaði Walz á X.

[object Object](Mynd: EPA)

- Farið til helvitis úr Minneapolis

Heldur ikki borgarstjórin í Minneapolis, demokraturin Jacob Frey, góðtekur frágreiðingina, og á einum tíðindafundi í gjár gav hann boð til ICE-fólkini um at “sleppa sær til helvitis úr Minneapolis”.

- Tey royna at leggja hetta fram sum sjálvsverju. Videoupptøkurnar vísa, at “hetta er bullshit”, segði borgarstjórin.

Tilburðurin hendi klokkan 10.25 lokala tíð í gjár. Síðan eru fleiri upptøkur lagdar út á sosialu miðlarnar, sum vísa hvat hendi.

Ein av upptøkunum vísir ein morreyðan SUV bil, ið stendur tvørur á eini gøtu í Minneapolis, meðan ein bólkur av fólkum standa fram við vegnum. Fleiri ICE-løgreglufólk síggjast rópa eftir bilføraranum, og ein teirra roynir at fáa bilhurðina upp.

Tá bilurin byrjar at koyra, verða skot latin av. Stutt eftir koyrir inn í ein parkeraðan bil, og fólk hoyrast rópa “Tit skutu hana”.

- Stjórnin stuðlar øllum ICE-fólkum

Donald Trump forseti var skjótur at skriva viðmerking á Truth Social. Her skrivaði hann, at ICE-løgreglumaðurin “sær út til at hava skotið hana í sjálvsverju”.

Eisini varaforsetin, J.D. Vance, viðmerkti hendingina. Á X skrivar hann, at amerikanska stjórnin stuðlar øllum ICE-fólkum.

- Øll ICE-fólk skulu vita, at forseti og varaforseti tykkara, og øll umsitingin stuðlar tykkum, skrivar Vance. Og hann leggur afturat, at kvinnan sjálv var atvoldin til, at hon varð skotin:

- Tað er ikki loyvt at koyra á okkara løgreglufólk við bili. So einfalt er tað.

Hendingin hevur skapt stóra vreiði kring alt USA, har mótmælistiltøk vóru í fleiri býum í gjár.

[object Object]Blómur á staðnum, har kvinnan doyði (Mynd: EPA)

- Skapa ótta, yvirskriftir og ósemju

Tim Walz, guvernørur segði á tíðindafundi í gjár, at hann í fleiri vikur hevur ávarað ímóti tiltøkunum, sum amerikanska stjórnin hevur sett í verk í hansara stati, og at tey “eru ein hóttan móti almennu trygdini”.

- Tað vit síggja, eru avleiðinginar av eini stjórnarleiðslu, sum hevur til endamáls at skapa ótta, yvirskriftir og ósemjur, segði hann.

Sambært CNN eru umleið 2.000 ICE-løgreglufólk send til Minneapolis í einum størri átaki í sambandi við eftirlit av tilflytarum.

Herundir er brot úr eini amerikanskari tíðindasending, har upptøkur frá tilburðinum síggjast:


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder