Uttanlands

Ósemja um endamálið við arbeiðsbólkinum

Ein arbeiðsbólkur skal umrøða yvirtøku av Grønlandi, siga Hvítu Húsini – Endamálið er at kanna, um mann kann ganga ynskinum hjá amerikanarunum á møti viðvíkjandi trygd í Arktis, sigur danski uttanríkismálaráðharrin

Danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen og grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt á tíðindafundi eftir fundin í Hvítu Húsunum mikudagin (Mynd: EPA)

Danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen og grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt á tíðindafundi eftir fundin í Hvítu Húsunum mikudagin (Mynd: EPA)

2026-01-16 10:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Undir fundinum millum Grønland, Danmark og USA mikudagin samdust partarnir um at seta ein arbeiðsbólk. Semja er tó eftir øllum at døma ikki um endamálið við arbeiðsbólkinum, skrivar Ritzau.

Karoline Leavitt, talsfólk hjá Hvítu Húsunum segði á tíðindafundi í gjárkvøldið, at arbeiðsbólkurin skal umrøða yvirtøku av Grønlandi.

Sambært Leavitt var fundurin mikudagin góður og úrtøkumikil, og er hon kunnað um, at arbeiðsbólkurin fer at hittast aðru ella triðjuhvørja viku.

Seinasta árið hevur amerikanski forsetin, Donald Trump ferð eftir ferð tosað um ynskið at yvirtaka Grønland, hóast bæði Danmark og Grønland hava endurtikið, at Grønland er ikki til sølu.

Eftir fundin greiddi danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen frá, at tað ikki eydnaðist at broyta áskoðanina hjá amerikanarunum, men tað var heldur ikki óvæntað.

– Tað er greitt, at forsetin hevur eitt ynski um at taka Grønland, segði Lars Løkke Rasmussen og legði afturat, at hóast partarnir samdust um at seta ein arbeiðsbólk, er óvist, um nakað kemur burturúr.

Hóskvøldið segði danski uttanríkismálaráðharrin við TV2, at fráboðanirnar úr Hvítu Húsunum vísa, at tað verður sera, sera torført.

Hann sigur, at tað er ikki avtalan, at arbeiðsbólkurin skal kanna, hvussu USA kann yvirtaka Grønland.

Lars Løkke Rasmussen sigur, at endamálið við arbeiðsbólkinum er at kanna, um mann kann ganga ynskinum hjá amerikanarunum á møti viðvíkjandi trygd í Arktis.

– Tað er tað, vit hava avtalað, og tað kann eg halda meg til. Eg sat sjálvur á fundinum, segði hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder