Uttanlands

Orkustjóri nýggjur forsætisráðharri í Ukraina

Hetta er aðru ferð, síðan kríggið byrjaði í 2022, at landið fær nýggjan forsætisráðharra

Nýggi forsætisráðharrin helt røðu fyri ukrainska tjóðartinginum í gjár (Mynd: Stringer/AFP/Ritzau Scanpix)

Nýggi forsætisráðharrin helt røðu fyri ukrainska tjóðartinginum í gjár (Mynd: Stringer/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-17 08:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina hevur aftur fingið nýggjan forsætisráðharra.

Talan er um Serhij Koretskyj, sum seinasta árið hevur verið stjóri í statsliga orkufelagnum Naftogaz.

Hetta er aðru ferð, at Ukraina fær nýggjan forsætisráðharra, síðan kríggið móti Russlandi byrjaði í februar 2022.

Í røðu fyri ukrainska tjóðartinginum, sum í gjár góðkendi Koretskyj sum forsætisráðharra, segði nýggi forsætisráðharrin, sambært Ritzau, at týdningarmiklastu raðfestingar hansara verða ukrainska verjan, búskaparligt støðufesti og sameining við ES.

Sunnudagin upplýsti ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at broytingar verða gjørdar í ukrainsku stjórnini, og skuldi landið m.a. hava nýggjan forsætisráðharra. Orsøkin til broytingarnar var ein nýggj politisk ætlan, segði Zelenskyj.

Koretskyj avloysir Juliju Svyrydenko, sum hevur verið forsætisráðharri seinasta árið.

Sambært Reuters er nýggi forsætisráðharrin óroyndur í politikki og hevur einki tilknýti til nakran politiskan flokk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder