Mentan

Orðaskifti á Bókadøgunum: Vanta yrkisbøkur á føroyskum

Hvat hendir, tá okkum manglar yrkisbøkur um okkara egna samfelag - á egnum máli

Luttakararnir í panelinum eru Súsanna Eikholm, lærari á Glasi, Katrin Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, og Heini í Skorini, lektari á Fróðskaparsetrinum.  Annika Sølvará, stjóri í Fróðskapi, verður orðstýrari

Luttakararnir í panelinum eru Súsanna Eikholm, lærari á Glasi, Katrin Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, og Heini í Skorini, lektari á Fróðskaparsetrinum.  Annika Sølvará, stjóri í Fróðskapi, verður orðstýrari

2025-11-12 14:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Felagið Fróðskapur skipar fyri pallborðsorðaskifti leygardagin 15. november klokkan 11 í Norðurlandahúsinum.

Vit hava boðið trimum fólkum at umrøða tørvin á og ábyrgdina av at fáa yrkisbøkur á føroyskum.

Luttakararnir í panelinum eru Súsanna Eikholm, lærari á Glasi, Katrin Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, og Heini í Skorini, lektari á Fróðskaparsetrinum.  

Annika Sølvará, stjóri í Fróðskapi, verður orðstýrari

Yrkisbøkur á føroyskum – hvør tekur ábyrgd?

Hvat hendir, tá okkum manglar yrkisbøkur um okkara egna samfelag - á egnum máli? Í hesum pallborðsorðaskiftinum hyggja vit at tørvinum á yrkisbókmentum um føroysk viðurskifti, skrivaðar á føroyskum. Tí, hvar er vitanin, um hon ikki er á móðurmálinum?

Við støði í arbeiðinum at lyfta føroyskar yrkisbókmentir fer pallborðið at kjakast um avbjóðingarnar og møguleikarnar fyri at gera, útgeva og at breiða út nýggja vitan - á føroyskum og um føroyska veruleikan. Hví hevur hetta týdning fyri lærarar, granskarar, journalistar, politikkarar og onnur, ið eru við í samfelagskjakinum? Hvat missa vit, tá vit ikki hava hetta á okkara egna máli?

Eitt viðkomandi orðaskifti um mál, vald og atgongd til kunnleika - í einari tíð, har smáu málini berjast fyri at vera sjónlig og viðkomandi.

Universitetsforlagið Fróðskapur hevur í 20 ár útgivið nærum 100 bøkur um gransking í og um Føroyar. Nógvar av hesum eru á føroyskum, aðrar á einum av norðurlendsku málunum ella á enskum. Hesi seinastu árini eru flestu bøkurnar talgildaðar og lagdar út á netið at brúka ókeypis.

Máltøknideplin hevur fingið loyvi at nýta hesar tekstirnar í arbeiði sínum. 

Tiltakið er partur av aktuellum kjaki um rættin til vitan í eini tíð merkt av ov nógvari ferð, algoritmum v.m., sum verður sera væl lýst av Heina í Skorini í røðu á tiltaki hjá Rahbeks sommerhøjskole.

Tiltakið tekur støði í endamálinum hjá forlagnum Fróðskapi, sum er at geva út dygdar yrkisbókmentir um føroysk viðurskifti m.a. á føroyskum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder