Mentan

Opið Atelier – Framsýning á Strondum

Hetta vikuskiftið er atalierið hjá Finleif Mortensen opið á Strondum

2021-11-20 09:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin og sunnudagin hevur Finleif Mortensen sítt atelier opið, so til ber at síggja, hvat er í gongd og hvat annars hongur á vegginum av lidnum málningum í atelierinum. Eisini eru nakrir eldri málningar funnir fram aftur, sum kunnu síggjast.

Finleif er aktivur við framsýningum bæði her og uttanlanda. Hann málar bæði figurativar landskapsmálningar og abstraktar málningar, og tað, sum er á stafelinum hjá honum í løtuni, eru málningar, sum eru inspireraðir av hesum serliga heyst- og vetrarljósinum sum eisini óbevíst ávirkar litsamansetingina í tí abstrakta málninginum, sigur hann.

Framsýningin er opin í dag, leygardagin, frá klokkan 11 - 18.00, og í morgin, sunnudagin frá klokkan 14 - 18. Eftir hetta kann atelierið vitjast eftir avtalu. Adressan er Undur Torvbrekku 12b, Strendur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder