
Hóast vit her í Føroyum ikki merkja tað stóra til, at Shefa kaðalsambandið er slitnað og at eitt av okkara samskiftissambondum út í heim er óvirkið, so er ónøgdin størri í oyggjunum sunnan fyri okkum.
Tí bæði í Hetlandi og Orknoyggjum eru brúkarar, sum ikki hava havt internetsamband síðan Shefa 2-kaðalin millum Orknoyggjar og skotska meginlandið slitnaði leygardagin. Helst var tað eitt fiskiskip, sum var orsøkin til, at kaðalin slitnaði.
Alistair Carmichael, sum er tingmaður í bretska undirhúsinum fyri Orknoyggjar og Hetland, heitir nú á borgarar í valøkinum um at seta seg í samband við seg fyri at vísa sína ónøgd yvir óstøðuga undirstøðukervið, sum skotsku oyggjabúgvarnir hava.
Tað eru serliga brúkarar, sum hava Sky, TalkTalk og Vodafone, ið eru raktir av slitinum, meðan kundar hjá BT eftir øllum at døma enn hava netsamband.
Alistair Carmichael vísir á, at støði á tænastuni hjá veitarunum av netsambandi til norðastu oyggjarnar als ikki er tíðarhóskandi.
- Okkum tørvar svar uppá, hvussu veitararnir ætla at hækka tænastuna, so at vit í framtíðini sleppa undan slíkum órógvi sum hesum, sigur Alistair Carmichael millum annað.
Tað er ikki einans netsambandið, sum hetlendingar ikki eru nøgdir við. Eisini eitt nú 4G-dekningurin er ikki nøktandi í fleiri pørtum av Hetlandi, skrivar ShetNews.
Páll H. Vesturbú, stjóri í NET segði við Kringvarpið í gjár, at kaðalskipið, ið skal umvæla kaðalin setti kós úr Fraklandi til Orknoyggjar í gjár. Roknað verður við, at kaðalin er umvældur komandi mikudag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald