Mentan

Online jólakonsert í Nesvík

Konsertin, ið verður í høllini í Nesvík 21. november, verður stroymd beinleiðis á netinum – Tey, sum framføra eru Blátt Gras, Magni Christiansen, The Gadders og Tabitha

Millum tey, sum framføra komandi vikuskifti, eru Blátt Gras (Savnsmynd)

Millum tey, sum framføra komandi vikuskifti, eru Blátt Gras (Savnsmynd)

2020-11-14 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 21. november skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri jólakonsert í høllini í Nesvík.

Av tí at tað ikki ber til at savna fólk inni í høllini, verður konsertin stroymd beinleiðis, so fólk kunnu sita heima og fylgja við.

Fyri at síggja konsertina er tó neyðugt at keypa sær atgongumerki á atgongumerki.fo. Síðani fær mann eitt leinki sendandi til har konsertin verður stroymd.

Tey, sum framføra komandi vikuskifti, eru Blátt Gras, Magni Christiansen, The Gadders, og Tabitha

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder