Innanlands

Onki foreldragjald á dagstovnaøkinum í ein mánað

Vágs kommuna sendir onki krav út í mai mánaði 

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-04-28 11:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á býráðsfundi í Vági í gjárkvøldið varð samtykt, at øll fáa ein ókeypis mánað á dagstovnaøkinum í Vágs kommunu í samband við at dagstovnaøkið hevur verið afturlatið ella skert orsaka av corona-tiltøkunum í landinum.

Í ein góðan mánað, frá fríggjadegnum 13. mars og fram til og við fríggjadagin 17. apríl var virksemi á dagstovnaøkinum kring landið munandi skert, orsaka av korona-tiltøkunum, sum landsmyndugleikarnir settu í verk. Dagstovnaøkið hevði tó tilboð um neyðansing og vóru tað fleiri sum brúktu hetta tilboð, eisini í Vágs kommunu.

Spurningurin um foreldragjald á dagstovnaøkinum í Vágs kommunu varð viðgjørt á býráðsfundinum mánakvøldið. Og var tað eitt samt býráð, sum tók undir við, at onki foreldragjald skal krevjast fyri hendan mánaðin dagstovnaøkið varð afturlatið ella bara hevði neyðansing.

- Vit meta ikki at tað er rætt at krevja gjald frá teimum foreldrum, sum hava brúkt neyðansingartilboðið, tí tey hava verið noydd at røkja síni størv á m.a. heilsuøkinum og eldraøkinum. Og av somu orsøk hava vit gjørt av, at øll foreldur fáa ein ókeypis mánað á dagstovnaøkinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Hetta merkir, at onki gjald foreldragjald verður kravt gjøgnum gjaldsskipanina í mai og foreldur á tann hátt fáa endurgoldið gjaldið, sum tey hava goldið fyri tíðarskeiðið mars/apríl. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder