Vegna veður lendir einki flogfar í Vágum í dag. Sambært heimasíðunum hjá Atlantsflog og Vága Floghavn eru allar komur til Vágar í dag avlýstar.
Tvey flogfór fóru úr Vágum í morgun, FarCargo til Shannon í Írlandi klokkan 8.12 og Atlantsflog til Keypmannahavnar klokkan 8.16. Flogfarið hjá Atlantsflog til Gran Canaria via Faro í Portugal skuldi fara klokkan 11.15, men stóð, seinast vit hugdu, til at fara klokkan 11.30.
Hinar fráferðirnar – ein hjá FarCargo og ein hjá Atlantsflog til Keypmannahavnar – eru avlýstar.
Og øll fýra flogførini, sum skuldu koma í Vágar í dag, tvey hjá Atlantsflog úr Keypmannahavn og tvey farmaflogfør hjá FarCargo standa at vera avlýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald