
Fleiri lond og økir við strondum til Kyrrahavið hava í dag niðurskrivað ávaringarnar móti flóðaldu, eftir ein ógvusligan jarðskjálvta út fyri Kamtjatka hálvoynni allar eystast í Russlandi í nátt.
Bæði á Hawaii, í Japan, Filipsoyggjum og í teimum fjarðastu pørtunum av Russlandi, vóru upprunaligu ávaringarnar tálmaðar.
Men í pørtum av Fronskum Polynesia varð seinnapartin ávarað um, at tað kundu koma aldur upp í fýra metra hædd.
Franski verjumálaráðharrin, Sebastien Lecornu, skrivaði á X, at tilbúgvingin er á hægsta stigi.
Hann skrivar, at herurin er til reiðar at hjálpa borgarum og statsligum tænastum við leiti- og bjargingaruppgávum, um tað gerst neyðugt.
Fleiri onnur øki og lond kring Kyrrahav hava verið – ella eru framvegis – í hægstu tilbúgving eftir harða jarðskjálvtan út fyri Kamtjatka.
Skjálvtin rakti klokkan hálvgun eitt í nátt okkara tí við eini styrki á 8,8 20 kilometrar undir jarðarskorpuni. Talan er um tann sættsterkasta skjálvtan, ið nakrantíð er skrásettur.
Enn eru ongar fráboðanir um at nakar hevur latið lív ella er komin álvarsliga til skaða, skrivar Reuters.
Myndir úr fjarðastu pørtunum av Russlandi vísa tó, at bygningar hava fingið skaðar, og fleiri fólk hava leitað sær læknahjálp við smáskaðum.
Flóðaldan hevur eisini rakt partar av Japan eftir skjálvtan og fleiri tíggjutúsund borgarar í Japan fingu boð um at rýma frá strandarøkinum.
Í russiska býnum Severo-Kurilsk, ið liggur umleið 350 kilometrar frá skjálvtamiðdeplinum skolaðu aldur inn gjøgnum havnaøkið og skolaðu gjøgnum eitt fiskavirki í býnum, upplýsa myndugleikarnir fyri AFP tíðindastovuni.
Fýra metra høgu aldurnar náddu inn til minnismerkið frá øðrum heimsbardaga í býnum, sambært borgarstjóranum. Tað liggur 400 metrar frá strandarlinjuni.
Alt bendir tó á, at boðini um at rýma undan flóðaldunum hava virkað, og tí eru fólk ikki komin illa fyri, sigur talsmaðurin hjá Vladimir Putin, forseta, Dmitrij Peskov, við AFP tíðindastovuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald