2025-11-03 11:41
Ein 32 ára gamal maður er skuldsettur fyri 11 drápsroyndir í sambandi við kníválopið á einum toki í Onglandi leygarkvøldið.
11 persónar vórðu innlagdir við løstum eftir álopið. Fimm eru útskrivaðir aftur, og ein er í lívsvanda, boðar bretska løgreglan frá.
Á tíðindafundi sunnudagin varð boðað frá, at hóast motivið var ógreitt, verður ikki mett, at talan var um yvirgang.
Ein annar persónur varð eisini handtikin og skuldsettur í málinum um vikuskiftið, men hann er síðani leyslatin aftur, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald