Uttanlands

Ongin Brexit-atkvøðugreiðsla í undirhúsinum í dag

Stjórnin gjørdi eina roynd at fáa málið til nýggja viðgerð í dag

John Bercow (Mynd: EPA)

John Bercow (Mynd: EPA)

2019-10-21 17:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður ikki í dag, at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, finnur útav, um meiriluti er í undirhúsinum fyri brexit-aftaluni.

Formaðurin fyri undirhúsið, John Bercow, hevur víst aftur at senda avtaluna til atkvøðugreiðslu í tjóðartinginum í dag.

Atkvøðugreiðslan leygardagin miseydnaðist fyri Johnson, tá ein meiriluti í undirhúsinum atkvøddi fyri einum broytingaruppskoti, sum útsetir avgerðina.

Stjórnin er tó framvegis sinnað at fáa atkvøðugreiðsluna ígjøgnum, og tí varð ein roynd gjørd í dag.

John Bercow heldur hinvegin, at málið longu hevur verið til viðgerðar í undirhúsinum. Tí avvísir hann at leggja máli fyri í dag, tí einki er broytt síðan tá.

- Mín avgerð er, at uppskotið ikki skal viðgerast í dag, tí tað vildi verið ein endurtøka og tí ikki rætt at gera tað, segði John Berwoc í undirhúsinum.

Hann greiddi frá, at hann hevur mett um uppskotið, bæði innihaldsliga og við atliti til tær umstøður, ið knýta seg at tí. Og niðurstøða hansara er, at bæði innihald og umstøður eru júst tær somu, sum vóru galdandi leygardagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder