Uttanlands

Ongi spor eftir burturfluttu ríkmannafrúnni

Kanningar eru gjørdar – eisini í Danmark – men enn er løgreglan ikki komin nærri hvat kann vera hent 69 ára gomlu Anne-Elisabeth Hagen

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-06-19 19:34 Author image
Ingi Samuelsen

Tað eru nú átta mánaðir síðan, at 69 ára gamla Anne-Elisabeth Hagen hvarv út heimi sínum uttan fyri Oslo, har hon búði saman við manni sínum, vinnulívsmanninum og ríkmanninum Tom Hagen.

Norska løgreglan arbeiðir framvegis við, at hon er burturflutt, men enn er ikki nógv hent í kanningararbeiðinum.

Í eini kunning til norskar miðlar í dag søgdu umboð fyri løgregluna, at tey eisini hava gjørt kanningar í Danmark í sambandi við hetta málið. Donsk løgregla hevur kannað ein bústað, sum kanska kundi havt verið goymistað hjá burturflytarunum, men kanningin førdi ikki til nakað.

- Vit hava fingið prei um fleiri hundrað møguligar adressur, og hava eisini gjørt kanningar á nøkrum teirra. Vit leita serliga í landsynningspartinum av Noregi men eisini í Danmark. Hesar kanningar hava ikki ført okkum víðari í uppkláringini, segði Tommy Brøske politiovasti við NRK.

Nýtt í málinum nú er, at løgreglan nú spyr eftir einum ávísum bili. Ein granni hevur sæð ein silvurgráan ”SUV-líknandi” bil, sum uppførdi seg óvanliga tann morgunin Hagen hvarv.

- Vit hava ikki funnið fram til bilin. Hesin er áhugaverdur fyri okkum, eins og allar aðrar hendingar, sum fóru fram nærhendis heimið hjá Hagen familjuni 31. oktober, sigur politiovastin.

Í fyrstuni fekk løgreglan tekin frá teimum, ið verða hildin at hava burturflutt norsku ríkmannafrúnna. Men síðan februar hevur løgreglan ikki hoyrt meira frá teimum, skrivar NRK. 

placeholder
placeholder