Innanlands

Øll valstøðini eru latin aftur

Úrslitini í níggju statum eru heldur óviss, og tað kann ganga eitt sindur av tíð, til ein vinnari verður kunngjørdur. Vinnur Trump í Georgia og/ella North Carolina gerast tríggir statir í lnorðara parti av landinum avgerandi - stríðið um Senatið er eisini sera tætt

Tað verður framvegis bíða eftir, at ein vinnari veðrur kunngjørdur í nøkrum statum og samanlagt - stríðið um valið í USA er hart (Mynd: EPA)

Tað verður framvegis bíða eftir, at ein vinnari veðrur kunngjørdur í nøkrum statum og samanlagt - stríðið um valið í USA er hart (Mynd: EPA)

2020-11-04 06:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Amerikanska forsetavalið gjørdist meira spenanndi, enn mett varð, at tað fór at verða. Joe Biden var framamnfyri í øllum veljarakanningunum, men nú øll valstøðini eru latin aftur - tey seinastu lótu aftur klokkan 06 í Alaksa - er støðan 224-213 til Joe Biden í stríðnum um at koma til í minsta lagi 270 valmenn, og tað kann gerast ein dramatiskur dagur ella nakrir dramatiskir dagar.

Les eisini: Eingin avgerð fallin


Innan ein hálvan tíma varð staðfest, at Donald Trum hevði vunnið bæði Florida og Texas. Hetta hevði ligið í luftini í nakrar tímar, serliga ta fyrra, men 67 valmenn samanlagtvar frálíkt at fáa fyri forsetan. Florida er størsti sokallaði svingstaturin, har ivamál sum oftast er áðrenn valið, og Texas hevur heili 38 valmenn, og hesaferð varð mett at verða møguligt, at demokratarnir fóru avstað við honum. Soleiðis varð ikki, hóast munurin ikki var stórur.

Statirnir, ið tað framvegis verður dystast um eru: Arizona, Nevada, Maine, Alaska, North Carolina, Georgia, Michigan, Wisconsin og Pennsylvania.

Tríggir teir fyrstnevndu liggja til Joe Biden, og tað gevur minst 21 valmenn (Maine kann geva tríggjar ístaðin fyri fýra). Um tað kemur í hús manglar demokratiska valevni tó í minsta lagi 25 velmenn. Tí hevur hann tørv á tveimum statum afturat fyri at vinna - um Biden vinnur Alaska, ið tó einki bendir á, skulu tveir til afturat honum.

Les eisini: Biden: Vit eru á veg imóti einum sigri

Donald Trump, sum fer at tosa til fólki nú skjótt, liggur til at vinna í hinum statunum, tó at tað er tætt í fleiri. Tað er tað í Georgia og North Carolina. har Trumo hevur eina smala leiðslu í báðum, og har fáar atkvøður eru eftir at telja. Trump roynir at varðveita hesar, men í Atlanta-økinum, størsta býnum í Georgia, mangla nógvar atkvøður at verða taldar.

Í sera umráðandi statinum Pennsylvania sær tað gott út hjá forsetanum, men tað mangla nógvar atkvøður - serliga brævatkvøður - og tað er gjørt greitt, at tær ikki verða taldar fyrrenn seinni í dag, og tað verður seinnapartin føroyska tíð. Pennsylvania gevur 20 valmenn.

Í Wisconsin, og serliga í Michigan, sær gott út hjá Donald Trump, og saman við Pennsylvania kunnu hesir "arbeiðastatirnir" norðaliga í landinum avgerða valið. 

Demokratarnir halda meirilutan í Umboðsmannaitinginum - stríðið um Senatið opið

Valt hevur eisini verið til Umboðsmannatingið, har allir limir standa fyri valið 2. hvørt ár. Demokratarnir hava síðani valið í 2018 havt yvirtalið við 232 plássum. Í løtuni er tað 171-165 til demokratarnar - tørvur er á 218 limum fyri at fáa meirilutan.

Í hinum lóvgevandi "kamarinum" í USA stendur ein triðingur av teimum 100 senatorunum - har eru tveir úr hvørjum stati - fyri vali. Í løtuni føra republikanararnir 47-46, og harvið er sera spenanndi, hvør fær meirilutan í Senatinum. Neyðugt er hjá Republikanarunum ella Demokratunum at hava minst 51 senatorar fyri at hava meirilutan. 

Tað ger tað lættari fyri arbeiðið hjá forsetanum, um hann hevur meirilutan í minst einum kamari, men tað er seliga umráðandi, at hava meirilutan í Umboðsmannatinginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder