Uttanlands

Øll manningin á norskum skipi skal kannast fyri koronu – 500 fólk í sóttarhald

Tríggir persónar umborð á norska ferðafólkaskipinum Roald Amundsen hava fingið staðfest koronu

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-31 17:30 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tríggir persónar, ið eru partur av manningini á ferðafólkaskipinum Roald Amundsen, hava fingið staðfest koronavirus. Tað skrivar NRK.

Skipið, sum hoyrir til Hurtigruten, kom á havnina í Tromsø úr Svalbard fríggjamorgunin.

Øll manningin, sum telur 160 fólk, skal nú kannast fyri koronu og í sóttarhald.

Ferðafólk, ið seinastu vikurnar hava verið umborð á skipinum skulu eisini í sóttarhald boðar kommunan í Tromsø frá, sambært NRK.

Skipið, ið hevur verið tveir túrar í juli, hevur umleið 250 ferðafólk við hvønn túr. Nú skulu øll hesi, umframt manningin á skipinum í sóttarhald.

Skipið liggur nú við kai í Tromsø har tað er avbyrgt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder