Í gjárakvøldið fingu løgreglan og brannstøðin boð um oljuleka á Vestarubryggju í Havn. Talan var um arbeiðsóhapp á betingini hjá MEST.
Leiðarin fyri Tórshavnar Sløkkiliði, Heini Østerø, greiðir frá, at starvsfólk á skipasmiðjuni høvdu longu lagt girðingar út, tá sløkkiliðið kom á staðið, og at hettar hjálpti væl við at avmarka skaðan. Tey høvdu eisini lagt sokallaðar pylsur, sum súgva oljuna til sín, út.
Í einum tílíkum máli skal ábyrgdarhavarin, sum í hesum føri er skipasmiðjan, gjalda endurgjaldskrav til Tórshavnar Sløkkilið. Heini Østerø kann enn ikki siga, hvussu stórt endurgjaldskravið verður, men at talan er um at gjalda fyri arbeiðstímar hjá sløkkiliðnum og fyri útgerð, sum verður nýtt at taka oljuna upp við. Hann sigur at talan var um umleið 3000 litrar av olju, og at sløkkiliðið var liðugt at taka olju upp um 23.30 tíðina í gjár.
Á løgreglustøðini boða tey frá, at umhvørvisstovan verður, sambært kunngerð, tikin við í einum tílíkum málið fyri at tryggja, at allar mannagongdir eru rættar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald