Mentan

Ólavsøkan byrjar í SMS

Tiltakið er serliga ætlað børnum. Gyklari fer at undirhalda og ólavsøkuveiða og bóltakast verður eisini

2023-07-24 23:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóast ólavsøkan ikki formliga verður sett fyrr enn ólavsøkuaftan 28. Juli, so setur SMS hol á tjóðarhátíð Føroya longu tann 27. juli.

Tað er einki at ivast í, at skráin í SMS hendan dagin er serliga ætlað børnum og barnsligum sálum. Gyklarin Ásbjørn kemur at undirhalda klokkan 15, og andlitsmáling verður frá klokkan 13 til 15. Somuleiðis verður ólavsøkuveiða og bóltakast, og SMS bjóðar popkorn og Mist, umframt at ballónir vera at fáa.

Tiltakið er eitt afturvendandi ólavsøkutiltak, sum SMS skipar fyri á hvørjum ári, og undirtøkan hevur verið sera góð, og tiltakið hevur verið væl dámt av bæði stórum og smáum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder