Á Tvøroyri fegnast tey um góðu gongdina í kommununi. Tað tykist sum rákið í fólkatalinum á Tvøroyri spakuliga hevur hug til at ganga rætta vegin, og á teknisku deild á Tvøroyri merkja tey nú eisini til ein øktan áhuga í at útvega sær grundstykki í kommununi. Í løtuni hevur Tvøroyrar Kommuna 11 grundstykkir til sølu í Heiðatrøðini, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.
Í næstum verður barnagarðurin í Trongisvági liðugt útbygdur og kemur at nøkta tørvin á barnaansingarplássum, ið er í løtuni. Stutt er av heiðatrøðini og inn til barnagarðin. Frá 1. Januar 2019 er skattaprosentið á Tvøroyri 20,90%, 1% minni enn árið frammanundan.
Les meir um grundstykkini á Heiðatrøðini her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald