Innanlands

Øking í bilainnflutninginum

Renault var mest seldi persónbilurin fyrra hálvár í ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-08-11 09:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað vórðu innfluttir tilsamans 1.304 nýggj akfør til landið fyrra hálvár í ár. Hetta er 149 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, svarandi til ein vøkstur á 12,9 prosent. Hetta vísa nýggjastu hagtølini fyri skásetingar av nýggjum akførum hjá Hagstovuni.

Tað vóru innfluttinn 923 persónbilar (+74) og 185 vøruvognar (+22) frá januar til juli.

Av persónbilum vóru flestu av merkinum Renault. 163 bilar av slagnum Renault vórðu skrásettir fyrsta hálvár í ár. Síðan kom Toyota við 145, BMW við 109 og Nissan við 105.

Av vøruvognum vóru flestir Ford – 48, síðan Volkswagen 45 og Toyota 38.

Hagtølini fyri nýskrásetingar av akførum greina ikki hvørja drívmegi tey hava.

Men tølini pr. 1. august vísa, at 3.483 av teimum tilsamans 43.325 akførunum eru eldrivin, meðan 3.104 eru lutvíst eldrivin (plug-in). Tilsamans 6.587 elakfør, svarandi til góð 15 prosent. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder