
Vegna serligar umstøður ber ikki til hjá fólki at fara út á Bøsdalaboss ella Trælanípuna. Orsøkin er, at leitað verður eftir 68 ára gomlum manni úr Meksiko.
Leitað hevur verið eftir Pedro Enrique Moreno Hentz síðan í gjárkvøldið. Stór leiting er sett í verk, og fólk frá Vága bjargingafelag hava leitað í alla nátt. Í morgun er løgreglan farin við hundum at leita og Tjaldrið leitar fram við landi.
Maðurin varð seinast sæddur á gistingarhúsinum í Tórshavn mikudagin fyrrapartin. Seinastu telefonupplýsingar hansara staðseta hann nærhendis Bøsdalafoss um middagsleitið sama dag.
Í gjár varð ryggsekkur hansara funnin í Mykinesfirði.
Um nakar hevur upplýsingar, sum kunnu hjálpa okkum at finna Pedro, kann ringjast á tlf. 351448.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald