Uttanlands

Ókeypis fyribyrging til ungdómar í Varde og Esbjerg

Tiltakið bleiv sett í verk, fyri at minka um veksandi smittuvanda av kynssjúkum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-09-06 20:40 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Í bæði Varde- og Esbjerg kommunu hava tølini á kynssjúkum millum ung verið veksandi. Tískil hevur man í hesum kommunum sæð ein tørv, ið at steðga gongdini. 

Síðani oktober í fjør hava ung í aldrinum 12-25 ár, í hesum kommunum, havt atgongd til ókeypis fyribyrging. 

Tiltakið eitur "Ungeliv", og er eitt taltak í samstarv við heilsumálaráðið í Danmark, sum hevur til endamáls at minka um kynsligan smittuvanda. Kommunurnar í Esbjerg og Varde hava fingið peningaligan stuðul, fyri at útinna endamálinum. 

Ung í hesum kommunum kunnu í dag fáa framvið 70 ymisk sløg av fyribyrging - púra ókeypis. Sambært dr.dk eru 44 hormonspiralar útflýggjaðir, har hvør kostar 1200kr., um ein sjálvur skuldi goldið fyri hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder