Fíggjarliga hevur tað gingið væl hjá Tórshavnar kommunu í ár, og avgjørt er at geva barnafamiljum ein ágóða av hesum. Tí verður dagstovnagjaldið hjá foreldrum, sum hava børn í vøggustovu, barnagarði, forskúla ella frítíðarskúla, strikað í desember, boðar kommunan frá í dag.
– Vit vóna, at hetta fer at lætta um hjá barnafamiljum í jólamánaðinum, tá tað ofta er nógv annað at gjalda, sigur Elsa Berg, borgarstjóri sambært heimasíðuni hjá kommununi.
Tað kostar kommununi 4,2 milliónir krónur at strika dagstovnagjaldið í ein mánað, og verður hetta fíggjað við meirinntøkum, sum kommunan hevur havt í ár.
Kommunan skrivar, at hon arbeiðir eisini við skipanarligum broytingum á dagstovnaøkinum. Millum annað er ætlanin frá komandi ári at minka barnabólkarnar á stovnunum, og byrjað verður við vøggustovunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald