Landsstýriskvinnan við almanna- og heilsumálum, Margit Stórá, sum eisini hevur lóggávuna um fýrverk undir sær, hevur í dag givið fútanum loyvi til at geva undantaksloyvi til at skjóta fýrverk í kvøld.
Tað er annars bannað sambært lógini at skjóta í kvøld.
Men fútin hevur heimild at geva undantaksloyvi í serligum førum.
Boðini frá landsstýriskvinnuni til fútan í dag eru, at veðrið sær út til at vera so mikið vánaligt í annaðkvøld, at undantaksloyvi eigur at vera givið fyri at skjóta í kvøld.
Við hesi heimild hevur fútin so í dag givið eitt generelt loyvi at skjóta í kvøld. Harvið er ikki neyðugt at spyrja løgregluna um loyvi, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini, har tey hava fingið nógvar fyrispurningar hesum viðvíkjandi í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald