Eldsløkkingarfólk í hundraðtali hava í dag barst móti ógvusliga skógareldinum, sum seinnapartin í gjár kyknaði í Fontainebleau skóginum, 70 kilometrar sunnan fyri franska høvuðsstaðin, Paris.
Fyrr í dag varð boðað frá, at minst 800 hektarar av skógi vóru raktir av eldsbrunanum.
Didier Buguinet, varaborgarstjóri í býnum La Vaudoué, sigur við AFP tíðindastovuna, at líknandi eldsbruni ikki er sæddur í 30 ár í býnum, sum nú er hóttur av eldslogunum.
Sløkkiliðini brúka bæði tyrlur og flogfør í stríðnum móti eldinum, og vatnið verður tikið úr Seine ánni.
![]()
Eldsløkkingarflogførini taka vatn at sløkkja við úr Seine ánni (Mynd: Thomas Samson/AFP/Ritzau Scanpix)
Eldsbrunin er orsøkin til, at myndugleikarnar nú lutvíst hava stongt A6 høvuðsvegin úr Paris, sum er høvuðsvegurin móti Lyon og sunnara Frakland.
Hitin í londunum sunnast í Vesturevropa hevur verið óvanliga høgur í summar. Í Fraklandi uppliva tey triðju hitabylgjuna í tríggjar mánaðar.
Í morgin er tjóðardagur í Fraklandi, og ógvusligi hitin heldur fram.
Bara í juni mánaði eru yvir túsund fólk deyð í Fraklandi, Spania og Bretlandi orsaka av nógva hitanum, skrivar Reuters.
![]()
Motorvegurin úr Paris og suðureftir er stongdur orsaka av eldi og royki (Mynd: Thomas Samson/AFP/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald