Innanlands

Ógvusligt buldur á Viðareiði í kvøld

Kontrollerað og væleydnað spreinging, sum kommunan ikki hevði kunnað bygdafólkið um

(Savnsmynd: Pól Sundskarð, hiking.fo)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð, hiking.fo)

2019-04-30 19:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri einum tíma síðani merktu fólk á Viðareiði eitt ógvusligt buldur. Fleiri fóru á Facebook at spyrja hvat tað mundi vera.

Orsøkin er ein kontrollerað og væleydnað spreining í sambandi við kloakkarbeiðið heimi á hellu, í Kirkjugjógv.

Tað upplýsir Viðareiðis kommuna í kvøld, sum eisini heitir á fólk um ikki at fara til gjónna, tí nakað av leysum gróti liggur har.

- Kommunan vil umbera fyri ikki at hava kunnað um spreingingina áðrenn skotið varð, skrivar Viðareiðis kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder