Uttanlands

Ógvuslig yvirflóð í Sibiria og Kasakstan

Fleiri tíggjutúsund fólk eru noydd heimanífrá eftir at áirnar úr Ural-fjøllunum eru farnar um áarbakkarnar

Gøturnar í býnum Orsk í russiska Orenburg landslutinum eru undir í vatni (Mynd: EPA)

Gøturnar í býnum Orsk í russiska Orenburg landslutinum eru undir í vatni (Mynd: EPA)

2024-04-10 18:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ógvusligt regn og bræðingarvatn úr Ural-fjøllunum er orsøk til stórar vatnflóðir í vestara parti av Sibiria og Kasakstan. Fleiri tíggjutúsund fólk eru rýmd ella flutt heimanífrá og heilir býir og bygdir standa undir í vatni.

Fleiri áir floyma yvir áarbakkarnar og byrgingar og verjugarðar megna ikki at standa ímóti stóra trýstinum frá vatnmongdunum.

Sambært talsmanninum hjá Kreml, Dmitrij Peskov, er støðan ógvuliga álvarslig í teimum raktu støðunum, og vandi er enn fyri, at vatnstøðan heldur áfram við at hækka.

Ural-áin sigst floyma um sínar áarbakkar á so at siga øllum sínum 2.500 kilometrunum frá Ural-fjøllunum og til Kaskiska hav, skrivar finska kringvarpið, Yle.

Í Kasakstan eru umleið 100.000 fólk flutt heimanífrá, og landsins forseti, Qasym-Zjomart Toqajev, lýsir støðuna sum ta ringastu í 80 ár.

Í Russlandi er vatnstøðan frá Ural-ánni hækkað næstan tíggju metrar í býnum Orenburg, og myndugleikarnir eru farnir í hold við at flyta teir 500.000 íbúgvarnar í ídnaðarbýnum burtur.

Í fleiri øðrum bygdum og býum, eru fólk í túsundatali flutt heimanífrá.

Eitt av harðast raktu økjunum, er Orsk, har vatn floymdi inn í býin, tá ein byrging brast. Orsøkin til, at byrgingin ikki helt, verður sagt at vera, at hon var illa viðlíkahildin, skrivar Yle.

Oljureinsiverkið í Orsk mátti eisini steingja orsaka av vatnflóðini. Myndugleikarnir í býnum upplýsa, at yvir 7.000 heim eru oyðiløgd, og nú eru smittandi sjúkur eisini farnar at ganga í økinum.

[object Object]
Russiski vanlukkumálaráðharrin Aleksandr Kurenkov kannar støðuna í Orsk (Mynd: EPA)

Mánadagin savnaðust nógv fólk í býnum til mótmæli fyri at gera vart við, at teimum tørvar hjálp, og at myndugleikarnir ikki gera nóg nógv fyri at stuðla teimum, ið eru rakt.

Eftir hetta lovaði guvernørurin í økinum, Denis Pasler, at øll, ið eru vorðin heimleys og ikki hava fingið innivist á serligum savningarstøðum, fáa ein stuðul á 10.000 ruplar (umleið 750 krónur) um mánaðin.

Mótmælisfólkini sendu eisini eina áheitan til Putin forseta um hjálp.

Støðan er nú vorðin so mikið álvarslig, at Putin og Kreml nú hava sett sær fyri at gera nakað við støðuna.

Í gjár kom Aleksandr Kurenkov, ráðharri við vanlukkum sum málsøki, til vestara part av Sibiria. Russiskt sjónvarp hevði myndir av honum meðan hann skoðaði raktu økini úr eini tyrlu.

Ráðharrin hevur eisini sent ein bólk av 120 serfrøðingum at hjálpa lokalu myndugleikunum.

Putin fær alla tíðina dagføringar av støðuni í økinum, upplýsir Peskov, talsmaðurin hjá Kreml, skrivar Yle við Reuters, AFP, Meduza og BBC sum keldum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder