Uttanlands

Ógvuslig ódn rakt Noreg og Svøríki

Túsundatals fólk hava mist streymin, og heitt hevur verið á fólk um at halda seg innandur

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2025-12-27 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag hava túsundatals fólk verið rakt av streymsliti orsakað av ódnini, Johannes, sum hevur rakt bæði Svøríki og Noreg.

Í Svøríki verður m.a. boðað frá, at yvir 40.000 elkundar hava mist streymin, skrivar svenska SVT Í morgun varð boðað frá, at yvir 23.000 elkundar í Noregi vórðu raktir av streymsliti, skrivar norska NRK.

Óndin hevur havt við sær avlýsingar í samferðsluni, og í støðum hevur eisini verið heitt á fólk um at halda seg innandura.

Fráboðanir hava eisini verið um hús og akfør, sum hava fingið skaða, m.a. av koppaðum trøum. M.a. í Sundvall á svensku eysturstrondini eru fólk flutt úr gistingarhúsinum Södra Berget, eftir at partar av tekjuni eru farnir í ódnini.

Veðrið hevur verið serliga ógvusligt í Nordland og Troms í Noregi, har vindmegin var upp ímóti 55 metrar um sekundið.

Higartil eru ongar fráboðanir komnar um fólkaskaða, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder