Innanlands

Ógvuliga friðarlig nátt hjá løgregluni

Sera lítið av fólki í býnum og bert smærri ferðslumál at taka sær av

2019-01-05 09:06 Author image
Agnar Prestá

Vit eru í fyrsta vikuskiftinum í nýggjá árinum, og vakthavandi á politstøðuni upplýsir at fyrstu leygarnáttina var ikki nógv at gera hjá løgregluni.

Tað vóru fá fólk úti, og tað var sera friðarligt. Tað einasta løgreglan hevði at taka sær av, var at steðga einum bili og einari knallert; í báðum førum koyrdi akfarið og skjótt og bót varð givin. 


placeholder
placeholder