Uttanlands

Obama: Hetta eigur at vera eitt wakeupcall fyri øll

Fyrrverandi forsetahjúnini, Barack og Michelle Obama finnast at Trump-umsitingini, eftir at enn ein persónur varð dripin av myndugleikunum í Minneapolis

Barack og Michelle Obama á landsfundi hjá Demokratunum í Chicago í 2024 (Mynd: EPA)

Barack og Michelle Obama á landsfundi hjá Demokratunum í Chicago í 2024 (Mynd: EPA)

2026-01-26 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Drápið á Alex Pretti í Minneapolis leygardagin eigur at vera eitt "wakeupcall" fyri allar amerikanarar, siga fyrrverandi amerikonsku forsetahjúni, Barack og Michella Obama.

Les eisini: Enn ein persónur dripin í Minneapolis

Í felags skrivi, sum er deilt á sosialu miðlunum, skriva tey, at drápið á Alex Pretti er ein sorgarleikur, sum eigur at vera eitt wakeupcall fyri allar amerikanarar uttan mun til politiskan lit, tí amerikonsku kjarnuvirðini eru undir álopi.

Sambært Obama-hjúnunum útinnur immigratiónsmyndugleikin, ICE arbeiði sítt á ein ólógligan hátt í Minneapolis, og tykjast ikki at vera nakrar avleiðingar fyri teir.

Eisini finnast tey at núverandi umsitingini hjá Donaldi Trump, sum "gevur almenninginum frágreiðingar um skotdrápini á Pretti og Renée Good (skotin av ICE í Minneapolis 7. januar, red.), sum ikki byggja á nakað veruligt kanningararbeiði - og sum sær út til at vera í andsøgn við sjónbandaupptøkurnar".

Barack og Michelle Obama siga seg vóna, at drápið á Alex Pretti fær stjórnina at endurskoða síni tiltøk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder