
Á heysti í fjør var farið undir at gera trivnaðarøkið í Hósvík. Hóast keðiligt veður í vetur, so er trivnaðarøkið komið væl áleiðis, skrivar Sunda kommuna nú.
- Grønt og Grátt hevur staðið fyri arbeiðinum, og arbeiðið hevur gingið væl.
Enn vantar tó ymiskt. Talan er um sonevnda "fallundirlagið" undir karusselini og klatritorninum. Lendið skal eisini sáast í apríl.
Hesi viðurskifti gera, at sunda.fo nú biður fólk um at vísa varsemi hesa næstu tíðina.
- Vit skilja væl, at tað er torført at bíða við at nýta økið til ta tíð. Tí verður heitt á børn og foreldur at vísa serligt varsemi, inntil hesi viðurskifti eru komin í rætt lag. Vit gleða okkum til í vár, tá ið økið fer at taka seg enn betur út.
Myndir: sunda.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald