Mentan

Nýtt staklag frá Eli Tausen á Lava

"Hide Me (Son of Man)" er tað næsta lagið úr EPini Book of Lies

2025-11-09 12:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin gav Eli Tausen á Lava út nýggja staklagið "Hide Me (Son of Man)".

Hetta er tað næsta lagið úr EPini Book of Lies, sum er ein filmisk tónleikatulking av bókini "The Book of Lies" eftir Aleister Crowley. Trý løg eru eftir, og komandi vikurnar verða tey útgivin eitt og eitt inntil EPin er fullkomin við fimm løgum í januar.

Í tónleikinum er ein søgugongd, sum verður avdúkað so hvørt sum løgini koma út. Tað fyrsta lagið, "Book of Lies," avmyndaði eitt loyndarfult ritual, kanska í einum myrkum kjallara onkrastaðni. Teskaði gandaorð og tann støðugt ringjandi andaklokkan byggja spakuliga upp til, at ein vera úr einum øðrum heimi vísir seg í blendandi ljósi. Hetta næsta lagið vísir hvussu høvuðspersónurin eftirfylgjandi søkkur í ørskap.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder