Uttanlands

Nýtt gosop í Íslandi

Nærhendis gosopinum í Geldingadali, er nú eisini farið at goysa

(Mynd: Almannavarnadeild ríkislögreglustjóra)

(Mynd: Almannavarnadeild ríkislögreglustjóra)

2021-04-05 17:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur goyst í Geldingadali á Reykjanesi, nærhendis íslendska høvuðsstaðnum, seinastu vikurnar, men nú er ein nýggj sprunga umleið hálvan kilometur í ein landnyrðing frá fyrra gosopinum.

Torført er at meta um, hvussu stórt op talan er um, men hetta er ein riva upp á umleið 100-300 metrar. Úr gosinum kemur ikki so nógv lava í løtuni, men nakað av tí er farið oman í Meradal.

Myndugleikarnir hava fyribils byrgt økið av.

- Á vevmyndatólum sóu vit, at fólk gingu ikki langt frá rivuni. Tað er trupult at siga, hvat fer at henda næstu ferð, sigur Sigurður Bergmann frá íslendsku løgregluni við Morgunblaðið.

Beinleiðis myndir frá nýggju sprunguni:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder