
Eftir heystfrítíðina og eina ferð um vikuna í sjey vikur fram verður vísindaklubbi á Glasi í evnafrøði, skrivar Glasir í tíðindaskrivi.
Vísindaklubbin er eitt samstarv millum Glasir og Videnskabsklubben í Danmark, sum hevur nøkur ár á baki sum frítíðarítriv hjá donskum børnum.
Endamálið við vísindaklubbanum er at fremja áhuga og forstáilsi fyri náttúruvísund hjá børnum og ungum við stuttligum, samansjóðandi aktivitetum. Vísindaklubbin er sum nevnt í fyrstu atløgu í evnafrøði. Vónin er at hava onnur náttúrufak komandi ár, t.d. alisfrøði, lívfrøði ella landafrøði, skrivar Glasir.
Klubbin er fyri børn í 4. til 6. flokki, og pláss er fyri 12 børnum í klubbanum. Kunning og leinki til tilmelding kemur á glasir.fo seinni í august. Videnskabsklubben stendur fyri tilmelding og samskifti um hetta.
Undirvísarar á vísindaklubbanum á Glasi verða fýra miðnámsnæmingum: Tóri Zachariasen, Silja Heinesen, Sigvaldur Bláberg, og Lucia Sødergren. Hesi fýra fara í næstum á skeið hjá Videnskabsklubben fyri at førleikamenna seg til at leiða vísindaklubban í evnafrøði á Glasi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald