Ísrael framdi í gjárkvøldið fleiri loftálop móti Gaza býi – álop, sum høvdu til endamáls at taka lívið av nýtilnevnda hernaðarovastan hjá Hamas, Mohammed Odeh.
Tríggir persónar doyðu í atsóknini og 12 vórðu særdir, siga fólk í palestinska heilsuverkinum.
Sambært ísraelska herinum, IDF, skal Mohammed Odeh vera millum tey dripnu. Hetta skriva eisini fleiri miðlar, sum hava tilknýti til Hamas-rørsluna, skrivar Times of Israel.
Forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, og verjumálaráðharrin, Israel Katz, hava í eini felags fráboðan lýst dripna Hamas-leiðaran at vera “ein av arkitektunum” handan yvirgangsálopið 7. okgober 2023, sum var orsøkin til meira enn tvey ára kríggj millum Ísrael og Gaza.
Álopið í gjár hendi minni enn tvær vikur eftir at Ísrael drap seinasta hernaðarovastan hjá Hamas, Izz al-Din al-Haddad, skrivar dr.dk.
Mahmoud Issa/Reuters/Ritzau Scanpix
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald