Um ein borgari hevur eitt gott boð upp á nýskipanir, sum kunnu styrkja um langtíðarhaldførið hjá landskassanum, kunnu nú senda uppskot inn til nýskipanarnevndina.
Ben Arabo, formaður í nýskipanarnevndini hevur í dag sent út tíðindaskriv við áheitan til almenningin um at koma við sínum íkasti.
Ætlanin er, at nevndin leypandi skal koma við tilmælum til politisku skipanina um nýskipanir.
Longu nú hevur nevndin fingið nógvar áheitanir frá fólki, ið hava hugskot til hvussu langtíðarhaldførið kann styrkjast.
Tað er týdningarmikið, at tey í almennu skipanini ella í samfelagnum annars, ið sita inni við einari vitan ella hava hugskot til nýskipanir kunnu koma við sínum íkasti.
Tí ber nú til at geva Nýskipanarnevndini uppskot til nýskipanir, sum styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum. Hetta kann gerast á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald