Innanlands

Nýggjur verjuovasti í Føroyum

Jes Hultquist loysir Michael Hjort av á Tinghúsvegnum

Jes Hultquist

Jes Hultquist

2019-02-22 12:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Týsdagin fær føroyska deildin av Arktisk Kommando nýggjan ovasta.

Arktisk Kommando, Forbindelseselement Færøerne, eitur lítli bólkurin av donskum hernaðarfólki, sum er eftir í Føroyum. Forbindelseselementet hevur hølir í gomlu telegrafstøðini á Tinghúsvegnum saman við Vørn og MRCC.

Týsdagin verður núverandi ovastin fyri Arktisk Kommando í Føroyum, Michael Hjort, avloystur. Nýggi ovastin eitur Jes Hultquist, og er, eins og undanmaðurin, kommandørkapteynur í hernaðartign.

Í sambandi við vaktarskiftið verður móttøka fyri innbodnum, har ovastin fyri Arktisk Kommando, Kim Jesper Jørgensen, generalmajorur, eisini verður til staðar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder