Uttanlands

Nýggjur verjumálaráðharri í Ukraina

Ukrainska tingið hevur sett Rustem Umerov sum verjumálaráðharra

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-09-06 15:43 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Í dag hevur ukrainska tingið valt Rustem Umerov til nýggjan verjumálaráðharra. Hetta skrivar tíðindastovan Reuters. 

Undanfarni verjumálaráðharrin, Oleksii Reznikov, gavst í starvinum mánadagin, og tískil boðaði Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, frá, at nýggjur verjumálaráðharri skuldi setast.

Sambært Zelenskyj, var tøvur á nýggjari orku til herin, stjórnina og samfelagið sum heild, og tískil einum nýggjum persóni at røkja hendan postin.

Meginparturin av ukrainska tinginum tók undir við, at Umerov skuldi vera nýggi verjumálaráðharrin. 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder