2019-06-21 11:08
            
        
        
                
            Sunnudagin kl.11.00 skipar dómprósturin nýggja sóknarprestin í Eiðis prestagjaldi, Jonhard Jógvansson, í embætið í Eiðis kirkju.
Komandi sóknarpresturin tekur við embætinum 1. juli.
Jonhard er útbúgvin cand.theol. í 2017 frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og varð prestvígdur í fjør, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni.
Síðani hevur hann starvast í Danmark – í Glostrup sókn og í Solvangs kirkju á Amager.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald