Innanlands

Nýggjur serlækni í onkologi settur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Peter Buhl Jensen hevur m.a. verið yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum og hevur drúgvar royndir við gransking og menning av krabbameinsheilivági

Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús

Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús

2020-10-18 14:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Peter Buhl Jensen, serlækni í onkologi er settur í starv á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann tók við starvinum 1. september.

Peter Buhl Jensen hevur m.a. starvast sum yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum og sum leiðandi yvirlækni á onkologisku deild á sjúkrahúsinum í Aalborg. Umframt hetta hevur hann drúgvar royndir í gransking og menning av krabbameinsheilivági.

Við Norðlýsið sigur serlæknin, at honum dámar sera væl at arbeiða á einum minni sjúkrahúsi sum tað í Klaksvík, tí hann sleppur at arbeiða breitt við almennum medisini og brúka nógv fleiri av sínum førleikum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder