Mentan

Nýggjur holocaustfilmur í Filmsfelagnum

"Der Passfälscher" er sanna søgan um unga jødan Cioma Schönhaus, sum var grafikari og gjørdi følsk skjøl fyri at flýggja undir krígnum. Filmurin verður sýndur mikukvøldið

Cioma Schönhaus er 21 ára gamal jødi, sum eydnaðist at sleppa undan Gestapo í Berlin í 1942. Hann hjálpti eisini øðrum í somu støðu

Cioma Schönhaus er 21 ára gamal jødi, sum eydnaðist at sleppa undan Gestapo í Berlin í 1942. Hann hjálpti eisini øðrum í somu støðu

2023-05-18 20:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvørt ár koma nýggir holocaustfilmar, sum hava ein trúfastan áskoðaraskara kring landið. Hesuferð er tað týski filmurin ”Der Passfälscher”, sum byggir á veruligar hendingar. Filmsfelagið vísir hann mikudagin.

Cioma Schönhaus er 21 ára gamal jødi, sum eydnaðist at sleppa undan Gestapo í Berlin í 1942. Hann er grafikari, og sær hvussu væl hann dugir at gera følsk skjøl, serliga pass, til onnur sum flýggja undan nazistunum, og so til sín sjálvs eisini.

Søgan, sum kom fram í Frankfurt í 2004, er sjálvævisøgulig, og Schönhaus hevur skrivað hana undir langa heitinum ”Der Passfälscher. Die unglaubliche Geschichte eines jungen Grafikers, der im Untergrund gegen die Nazis kämpfte."

[object Object]

[object Object]

Cioma Schönhaus, sum eisini eydnaðist at geva seg út fyri at vera yvirmann í herflotanum, varð føddur í Berlin í 1922 og doyði 92 ára gamal í Sveis í 2015. Umframt søguna ”Der Passfälscher”, sum alment kom út í fjør, hevur hann skrivað ”III nach neun” (1974) og ”Aeschbacher” (2001).

Louis Hofmann er føddur í Belgia og vann donsku Bodilvirðislønina í sterka krígsfilminum ”Under sandet” (2015). Hann spælie ungi jødin Cioma Schönhaus, ið gevur søguni og filminum navn - Der Passfälscher.

Týska Maggie Peren (f.1974) hevur leikstjórnað filminum, sum varð frumsýndur á filmstevnuni í Berlin í fjør.

Filmsfelagið kann útvega undirvísingartilfar til lærugreinina týskt um filmin.

FILMSFELAGIÐ mikudagin 24/5 klokkan 20:00
Pasforfalskeren (Der Passfälscher, Maggie Peren, Týskland 2022 116 min)

Filmsfelagið



[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder