Uttanlands

Nýggjur fundur verður í januar

Í januar verður amerikanski forsetin vertur fyri einum fundi við leiðarum úr Ukraina og Evropa, sigur ukrainski forsetin

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á tíðindafundi í Florida í gjár (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á tíðindafundi í Florida í gjár (Mynd: EPA)

2025-12-29 10:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir fundin millum amerikanska forsetan, Donald Trump og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj í Florida í gjár, varð boðað frá framstigum, og semja er um at hava ein nýggjan fund fyrst í komandi árinum.

Tað skrivar ukrainski forsetin á X.

Hann sigur, at semja er um, at Trump skal vera vertur fyri einum fundi við Ukraina og evropeiskar leiðarar. Tann fundurin verður í Washington D.C. í januar.

Les eisini: Framstig men enn eingin avtala

Á tíðindafundinum í gjár varð Trump spurdur, um hann sær møguleikar fyri einum trípartafundi millum Russland, USA og Ukraina.

Til hetta svaraði amerikanski forsetin, at tað verður, tá tíðin er røtt. Hann segði, at hetta eisini var eitt ynski hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, sum hann tosaði í telefon við í gjár áðrenn fundin við Zelenskyj.

Fyrstu og einastu ferð Putin og Zelenskyj hittust var í 2019, og teir hava ikki tosað saman síðan 2020.

Trump segði um samrøðuna við Putin, at hon var "góð og sera úrtøkumikil" uttan at færri í smálutir.

Jurij Usjakov, uttanríkispolitiskur ráðgevi hjá russiska forsetanum, sigur, sambært Ritzau, at Trump og Putin tosaðu saman í yvir ein tíma, og at tað var Trump, sum hevði tikið stig til samrøðuna. Tað var eisini ætlanin at tosa við Putin aftur eftir fundin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder