Innanlands

Nýggjur bygningur byggjast til Sjóvinnustýrið á Giljanesi

Farið verður nú undir at bjóða út nýggjan umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið.

Mynd: Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Mynd: Umhvørvis- og vinnumálaráðið

2020-10-01 16:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú verður farið undir at bjóða út nýggjan umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið, boðar Umhvørvis- og vinnumálaráðið frá.

Ætlanin hevur í fleiri ár verið at byggja Sjóvinnustýrinum nýggj umsitingarhøli í Vágum. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, fegnast um, at tað nú er klárt at bjóða bygningin út, og at Sjóvinnustýrið kann síggja fram til at fáa nútíðarhóskandi og varandi karmar um sítt virksemi. Sjóvinnustýrið er ein týðandi stovnur fyri Føroyar sum sjóvinnutjóð, og tí er umráðandi at stovnurin fær góðar og fastar karmar at virka í, skrivar ráðið á heimasíðuna.

Sjóvinnustýrið flytir aftur til Vágar, tá nýggi bygningurin er klárur.

Bygningurin verður mettur at kosta umleið 26 mió. krónur. Í 2020 eru 5,3 mió. krónur játtaðar til endamálið, í 2021 eru 9 mió. krónur settar av, og 12 mió. krónur eru settar av til endamálið í 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder