Innanlands

Nýggjárshald og nýggjársdansur á Strondum

Aftur í ár verður skipað fyri kyndlagongu og báli, eins og blikk verða sett fram við vegnum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-12-29 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eins og undanfarin ár verður skipað fyri stórum nýggjárshaldi á Strondum nýggjársaftan.

Aftur í ár verður skipað fyri kyndlagongu og báli, eins og blikk verða sett fram við vegnum millum gomlu dansistovuna og bygdahúsið og rundan um bygdahúsið, skrivar Sjóvar kommuna.

Fólk, sum vilja luttaka í kyndlagonguni, skulu møta við gomlu dansistovuna klokkan 23.20, tá blikkini verða tendrað. Blikkini verða gjørd klár og sett upp fyrr um dagin og skulu helst fáa frið at standa til midnátt.

Klokkan 23.30 byrjar kyndlagongan frá gomlu dansistovuni út í bygdahúsið. Nógvir kyndlar eru gjørdir, og vónað verður, at nógv møta til kyndlagonguna. Mett verður, at børn frá 11-12 ára aldri eru egnað at luttaka í kyndlagongdini. Smærri børn kunnu ganga saman við vaksnum, skrivar kommunan.

Við bygdahúsið verða kyndlarnir tveittir á bálið, og fest verður í bálið. Fólk standa við bálið og hjálpa til við hesum. Væntandi verður bálið tendrað umleið klokkan 23.40. Bálið verður einans úr plattum og kyndlum, og tí má einki órudd blakast á bálið.

Klokkan 00.00 verður fýrverk skotið fram við vegnum við barnagarðin. Í hesum tíðarskeiði verður vegurin stongdur. Tó ber til at koyra gjøgnum parkeringsøkið við barnagarðin yvir í bygdahúsið.

Aftaná fýrverkið verða øll boðin til heita suppu í bygdahúsinum, har felagssangur og hugnalig samvera mynda løtuna fram til klokkan 01.30. Eftir hetta bjóðar kommunan øllum ókeypis til nýggjársdans við kenda útvarps-vertinum Finni Olsen úr "Upp á tá".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder