Mentan

Nýggjársbumban í Mentanarhúsinum í kvøld

Á pallinum vera HOGNI og Danny & The Veetos + Ingi Poulsen – umframt Silent Disco

Á skránni vera m.a. Danny & The Veetos

Á skránni vera m.a. Danny & The Veetos

2025-12-27 15:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mentanarhúsið og Etasjan í Fuglafirði bjóða aftur í ár til nýggjárskonsert.

Konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði klokkan 22. Dyrnar lata upp klokkan 21.

Á pallinum vera HOGNI og Danny & The Veetos + Ingi Poulsen – umframt Silent Disco, sum mong kenna og elska frá m.a. G! Festivalinum. Í Etasjuni verður góður dansur við BLITZ alla náttina.

HOGNI hevur sín topptrimmaða bólk við: Jan Rúni Poulsen (trummur), Knút Háberg Eysturstein (ljómboð), Høgni Lisberg (guitar og sang), og Alexander Gaard tekur sær av ljóðnum.

Hetta er eisini fyrsta, einasta og seinasta konsert hjá Høgna Lisberg (HOGNI) við bólki í 2025.

Danny & The Veetos eru eisini topptrimmaðir við gestasangara: Rúni Hentze (trompet), Fríði Bjarkhamar (trummur), Símun Dam (ljómborð), Danny Baldursson (sang og guitar), og Ingi Poulsen (gestasangari). Alvin Ellebye tekur sær av ljóðnum.

– Tríggir plátuvendarar syrgja fyri teimum trimum Silent Disco-rásunum – so til ber at velja sítt egna dansigólvs-stev alt kvøldið.

Villiam Soo Joensen syrgir fyri at ljósini og diskostemningurin er í topp.

Atgongumerki fáast á mh.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder