Mentan

Nýggjar barna- og ungdómsbøkur á føroyskum

Millum bøkurnar er heimskenda bókin "Drongurin í stríputum náttklæðum

2018-11-15 11:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur júst givið út eitt spennandi úrval av bókum til børn og ung. Eina fitta og stuttliga søgu um Jónu, sum spælir krógva og blunda, Jóna krógvar seg. Stórfingið Søgusavn av myndabókaklassikarum eftir Jan Lööf. Tvær spennandi bøkur í Kepler62-røðini. Og heimskendu bókina um Drongin í stríputum náttklæðum.

Jóna krógvar seg

Hetta er ein fitt og góð søga, um Jónu, sum spælir krógva og blunda við mammu síni. Á myndunum síggja vit ymiskt, sum Jóna ikki sær, og tí er stuttligt hjá børnum og vaksnum at lesa saman og fylgja við í spælinum. Eva Eriksson hevur skrivað, og Lisa Moroni hevur myndprýtt. Bókin er 24 bls. og innbundin. Kristianna Poulsen hevur týtt.

Søgusavn

Í hesum stórfingna Søgusavninum eru tólv myndabókaklassikarar eftir Jan Lööf savnaðir. Eitt nú “Palli hjálpir einum riddara”, “Søgan um blóðreyða súreplið”, “ABC-bókin” og “Abbi er sjórænari”. Ritverkið hjá Jan Lööf er í einum klassa fyri seg. Í meira enn 50 ár hevur eydnast honum at finna fram til tað heilt serliga í myndum og frásøgutóna, sum fangar lesaran. Jan Lööf bæði skrivar og myndprýðir søgur sínar. Væl egnað til tey 5-9 ára gomlu. Bókin er 301 bls. og innbundin. Pauli Nielsen hevur týtt.

Kepler62 5 & 6 – Virus og Loyndarmálið

Kepler62 er ein spenningsrøð eftir rithøvundarnar Bjørn Sortland og Timo Parvela. Pasi Pitkänen hevur myndprýtt. Ari, Jóni og Maria stríðast fyri at fóta sær á gongustjørnuni Kepler62. Tey berjast móti einum gátuførum virusi, óstøðugum veðri og fíggindum í sínum egna rannsóknarbólki. Tað endar við einum vandamiklum valdsstríði, og ein skelkandi sannleiki verður avdúkaður: Tey eru send til Kepler62 av heilt øðrum og óunniligum orsøkum, enn tey fyrst hildu. Í síðstu bókini kemur eitt óhugnaligt loyndarmál fram. Maria, Ari og Jóni mugu gera alt tey kunna fyri at stríðast fyri at bjarga sær og tí fantastisku og vandamiklu gongustjørnuni Kepler62e. Jákup Sørensen týddi. Bøkurnar eru um 200 bls. og heftar. Bøkurnar eru til tey 10-12 ára gomlu.

Drongurin í stríputum náttklæðum

Hetta er ein ungdómsskaldsøga, sum gongur fyri seg við eina týningarlegu undir seinna heimsbardaga. Tað menniskjaliga er í miðdepli, hóast kríggið er karmurin. Bókin er ein rørandi søga um tveir dreingir, sum gerast vinir. Annar er sonur ein nazistiskan herovasta, og hin er fangi í Auschwitz. John Boyne hevur skrivað hesa heimskendu skaldsøguna, sum upprunaliga kom út á enskum í 2006. Hon hevur vunnið nógvar virðislønir, er gjørd til film, og higartil eru fleiri enn sjey milliónir eintøk seld um alla verðina. Oliver Jeffers hevur myndprýtt bókina. Jenny Johannesen týddi. Bókin er 280 bls. og heft.

- Bókadeild Føroya Lærarafelags

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder