Í dag staðfesti Bárður á Steig Nielsen fyri Portalinum og FM1, at hann sjálvur og Eyðdis Hartmann Niclasen fara í landsstýrið fyri Sambandsflokkin.
Formaður floksins hevur áður verið landsstýrisfólk, og løgmaður, meðan Eyðdis Hartmann Niclasen er óroynd í Tinganesi.
53-ára gamla Miðvágskvinnan, við røtrum úr Suðuroyinni og við parti av uppvøkstrinum í Danmark, var næstvald á Sambandslistanum á valinum fyri tveimum vikum síðani. Hetta við heili 634 persónligum atkvøðum.
Nú fer hon úr Løgtinginum, og úr høgum starvi í Smyril Line, í landsstýrissess.
Eyðdis Hartmann Niclasen skal umsita eitt stórt og breitt aðalráð, sum fevnir um heilsumál, umframt orku- og umhvørvismál.
Vit hittu hana stutt eftir dagsins tíðindafund í Løgtinginum - sí samrøðuna ovast
Sí eisini: Málsøkjabýtið er 3-2-2 - fleiri nýggjar samansetingar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald