Innanlands

Nýggja kunngerðin um barnsburð skal vera afturvirkandi

Hetta er ætlanin hjá landsstýrismanninum í heilsumálum, so at Niels Strøm Rødgaard og Rósa Heinesen ikki skulu gjalda rokningina fyri at fáa á Landssjúkrahúsinum

Kaj Leo Holm Johannesen ætlar at broyta kunngerðin so, at eingin føroyingur ið er lesandi skal gjalda fyri barnsburð. Eisini er ætlanin, at tað eisini skal hava afturvirkandi gildi (Mynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen ætlar at broyta kunngerðin so, at eingin føroyingur ið er lesandi skal gjalda fyri barnsburð. Eisini er ætlanin, at tað eisini skal hava afturvirkandi gildi (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-12 14:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at málið um føroyska parið, ið skuldi gjalda næstan 27.000 fyri at eiga í Føroyum, kom fram seinasta heyst, setti Kaj Leo Holm Johannesen seg inn í málið.

Landsstýrismaðurin segði fyri áleið einum mánaði síðani, at kunngerðin verður broytt, soleiðis at tað er nóg mikið at pápin er lesandi uttanlanda - í hesum førinum var Niels Strøm Rødgaard lesandi, men Rósa Heinesen var ikki. 

Les eisini: Kunngerdin verður nú broytt: Eingin lesandi skal gjalda fyri at eiga í Føroyum

Kaj Leo er framvegis í gongd við at kanna málið og at taka endaliga støðu um, hvussu kunngerðin skal síggja út, men ætlanin hjá honum er, at kunngerðin skal virka aftureftir, so Niels og Rósa ikki skulu gjalda rokningina, ið tey fingu fyri kortum. Hetta skrivar Kringvarpið í dag.

Niels og Rósa eru í gongd við at kæra avgerðina hjá Landssjúkrahusinum um gjald fyri føðing. Ein av munnligu fyrispurningunum í løgtinginum í dag er frá Bjørt Samuelsen til Kaj Leo Holm Johannesen viðvíkjandi javnseting av pápum og mammum í sambandi við føðing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder