Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, legði lógaruppskot um broyting í løgtingslóg um at menna nýggja kt-skipan til barsilsskipanina (Hækka upphæddina og leingja gildistíðina) fram tann 3. august 2026, og í seinastu viku samtykti Løgtingið lógaruppskotið.
Hetta inniber, at TAKS, sum mennir nýggju kt-skipanina, kann gera arbeiðið liðugt og taka nýggju kt-skipanina í brúk komandi vár.
Endamálið við nýggju kt-skipanini til barsilsskipanina er at fáa eina meira talgilda kt-skipan at umsita barsilsútgjaldið við. Nýggja kt-skipanin verður meira brúkaravinarlig bæði hjá foreldrunum, arbeiðsgevarunum og hjá teimum, sum umsita skipanina; borgarin fær eina betri tænastu, samstundis sum kt-skipanin verður lættari at umsita.
Nýggja kt-skipanin verður løtt at tillaga til væntaðar framtíðarbroytingar á barsilsøkinum. Umframt hetta fær barsilsskipanin betri atgongd at dátum, so at til ber at gera betri og bíligari hagtalsgreiningar.
Arbeiðið við at menna kt-skipanina fór í gongd í 2024 við heimild í løgtingslóg nr. 28 frá 1. mai 2024 um at menna nýggja kt-skipan til barsilsskipanina. Orsøkin til, at neyðugt var at broyta lógina, var, at tær 11 mió. kr., sum vóru avsettar, ikki vóru nóg mikið til at gera kt-skipanina lidna. Eisini var ov stutt tíð sett av í lógini. Nýggja lógin hevur við sær, at 2,5 mió. kr. afturat kunnu brúkast til at menna kt-skipanina, og at skipanin kann gerast liðug í 2027.
Barsilsgrunnurin ber útreiðslurnar av at menna nýggju kt-skipanina.
Almanna- og bústaðmálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald