Innanlands

Býráðið skal viðgera nýggju kirkjuna á Argjum í dag

Ein meiriluti í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu tekur undir við tilmælinum frá tekniska stjóranum um at staðfesta avgerðina um at skriva út byggiloyvi

(Savnsmynd: Kirkju- og missiónshúsið á Argjum)

(Savnsmynd: Kirkju- og missiónshúsið á Argjum)

2025-05-22 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á býráðsfundi í dag skal Tórshavnar býráð enn einaferð viðgera nýggju kirkjuna á Argjum.

Í februar í fjør varð annars samtykt at útskriva treytað byggiloyvi til kirkjuna, sum eftir ætlan skal byggjast við Sandá, men hetta varð kært til Føroya kærustovn, sum ógildaði byggiloyvið orsakað av, at kommunan ikki hevði sent málið til parthoyring hjá nærmastu grannunum, og tí skuldi málið viðgerast av nýggjum.

Kommunan hevur sent parthoyringarskriv til 16 grannar, harav 13 hava svarað. Bert ein tekur undir við at byggingini av kirkjuni, meðan 12 eru ímóti.

Sambært Tórshavnar býráð eru viðmerkingarnar frá grannunum, sum heild, um somu evnir - náttúruna, útsýni, parkering og staðseting.

Ein meiriluti í byggi- og býarskipanarnevndini hjá kommununi - Anja Weyhe, Bergur Robert Dam Jensen og Heidi Lava Elgeirsdóttir- tekur undir við tilmælinum hjá tekniska stjoranum um at staðfesta avgerðina um at skriva út byggiloyvi við tí treyt, at økið uttan um kirkjuna verður endurskapað, soleiðis sum tekningarnar, sum liggja við umsóknini um byggiloyvi, vísa, og annars við treytum, sum umsitingin setir.

Birgir Nielsen og Kári Johansen krevja málið fyri býráðið til endaliga atkvøðugreiðslu.

Í gjár fekk Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, annars handað 1751 undirskriftir ímóti byggingini av nýggju kirkjuni. Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder